av góðum grundum
 
konsax-above-I.jpg

Um KONSAX

KONSAX er entreprenørfelag, sum virkar á ­føroyska arbeiðsmarknaðinum. Útgjørd við nýggjum maskinum og amboðum loysa vit uppgávur fyri tað almenna og tað privata - alt frá jørð og kloakk til betong- og laðingararbeiði.

 
góðska-w.png
 

1 Vit góðskutryggja alt okkara arbeiði

Vit hava neyvt eftirlit við alt okkara arbeiði fyri at tryggja góðskuna. GPS-innmátingarnar verða gjørdar við maskinstýring og starvsfólk tryggja at arbeiðið fer fram á rættan hátt. Góðskutryggingin verður dagførd hvønn dag.  

orð-w.png
 

2 Vit halda orð

Tá ið tú gert eina avtalu við okkum, fert tú ikki at fáa eina stóra óvæntaða rokning eftir lokið arbeiði. Okkara tilboð og kostnaðarmetingar eru eftirfarandi. At vera ein álítandi samstarvspartnari – tað er okkara stevnumið.

tíð-w.png
 

3 Vit levera til tíðina

Tað, sum liggur til grundar fyri góða orðið, vit hava fingið á okkum, er, at vit altíð halda tíðaravtalurnar. Hetta er ikki bara eitt krav, vit seta okkum sjálvum. Vit í Konsax eru bara soleiðis av lyndi, og júst soleiðis er hetta blivið tað, sum eyðkennir okkum.

 
 

Myndir av okkara arbeiði

 

Einki starv?
Einki problem

Vit hava altíð brúk fyri dugnaligum fólki við ymsum førleikum. Tú ert vælkomin at senda okkum tína umsókn.

 
Screenshot+2018-05-23+12.55.29.jpg