Arbeiðsfólk til byggiplássarbeiði í suðurstreymi

Arbeiðið fevnir um, jørð, betong - og kloakkarbeiði, umframt annað fyrifallandi arbeiði.

Lønar-  og setanartreytir eftir nærri avtalu.

Fleiri upplýsingar kunnu fáast, við at venda sær til Hilbert Elisson, Byggileiðara á tlf. 580 041 ella við at senda ein teldupost til hel@konsax.fo.

Um KONSAX  

KONSAX er entreprenørfelag sum virkar á føroyiska arbeiðsmarknaðinum. Felagið fæst í høvuðsheitinum við jørð- og betongarbeiði.

KONSAX átekur sær eisini aðrar uppgávur innan onnur fak í byggivinnuni.Felagið virkar eisini sum undirveitari hjá øðrum fyritøkum og arbeiðstakarum.

Í løtuni starvast 15 fólk hjá KONSAX.

Sendistovan