Maskinførara til arbeiðsuppgávur í suðurstreymi
Vit vænta, at tú:
• Megnar at handfara og koyra gravimaskinur
• Hevur góð samstarvsevnir og kanst arbeiða sjálvstøðugt
• Ert ábyrgdarfullur persónur, nærlagdur og røkin
Arbeiðsuppgávur:
• At koyra gravimaskinur størri og minni
• Viðlíkahald og reinhald av maskinum
Arbeitt verður í einum mennandi umhvørvi, og við góðum maskinum og amboðum.
Løn verður sambært avtalu.
Nærri upplýsingar um starvið, fáast við at seta teg í samband við Hilbert Elisson á tlf. 580 041 ella við at senda ein teldupost til hel@konsax.fo.
Um KONSAX
KONSAX er entreprenørfelag sum virkar á føroyiska arbeiðsmarknaðinum. Felagið fæst í høvuðsheitinum við jørð- og betongarbeiði.
KONSAX átekur sær eisini aðrar uppgávur innan onnur fak í byggivinnuni.Felagið virkar eisini sum undirveitari hjá øðrum fyritøkum og arbeiðstakarum.
Í løtuni starvast 15 fólk hjá KONSAX.